FF fekk rætt!

Roknifeilur hjá ICES tekur grundarlagið undan tilmælinum í fjør.

(FFblaðið Nr. 298 - 24. juli 2003)

Tann tíðin er farin, tá vit í Føroyum roknaðu eitt tilmæli frá ICES ella Fiskirannsóknarstovni fyri at vera nærum ein bíbilskur sannleiki, soleiðis sum ein kann fáta fatan av tá lisnir verða samandráttirnir hjá Fiskirannsóknarstovuni.

Eitt er tað, at royndirnar hava víst, hvussu lítið eftirfarandi hesi tilmæli eru. Men takkað verið ráðgevingini hjá Jón Kristjánsson hava vit sæð, at tað kann ikki bert vera ein ráðgeving á einum øki sum hesum, og at tað vissuliga kann vera grund til at seta spurnaðartekin við almennu fiskifrøðina. Tí eiga meginfeløgini í veiðuliðinum allan heiður fyri at tey royna at útvega alternativa ráðgeving. Henda ráðgeving hevur uppsnoddað ivamál, sum annars ikki høvdu komið fyri dagin.

Jón hevur altíð rætt!

Jón er í teirri sterku støðu, at higartil hava royndirnar víst, at hann hevur rætt í sínum metingum. Hetta er ikki bert galdandi fyri veiðuna undir Føroyum, men eisini fyri rækjur á Flemish Cap og fyri svartkjaftin fyri at nevna nøkur dømi. Jón hevur brotið við ta vanahugsan, sum verður lærd á lærdu háskúlunum, har tað kemur speril í, tá fiskurin ikki uppførir seg samb. lærubókunum.

Men tað sum hevur stóran týdning er, at Jón hevur lært sjálvt tann meiniga mannin at kunna seta spurning við almennu fiskifrøðina bert við at nýta vit og skil.

Víst verður til greinina aðra staðni í blaðnum, har vit í fjør eins Jón settu spurning við pástandunum hjá almennu fiskifrøðini. Grundarlagið fyri hesum spurningum er tann endurgivna talvan, sum er almenna talvan hjá ICES fyri veiðutrýst ár um ár.

Ivi longu reistur í fjør.

Fyrst er at siga, at henda talvan longu seinasta ár vísti beinleiðis aftur, at veiðutrýstið eftir toski er økt síðan fiskidagaskipanin kom í gildi. Hon vísir greitt, at veiðutrýstið er lækkað fyri síðan at hækka aftur í 2001 til sama støði sum í 1996, tá fiskidagaskipanin kom í gildi. Í miðal er veiðutrýstið beinleiðis lækkað. Tískil hava pástandirnir hjá almennu fiskifrøðini um at veiðutrýstið er hækkað, síðan fiskidagaskipanini kom, longu tá verið milt sagt misvísandi.

ICES ásannar roknifeil.

Men tað sum er beinleiðis áhugavert er, at ICES nú ásannar, at uppgjørda veiðutrýstið fyri 2001 er sett alt ov høgt. Nærri kanningar vísa, at veiðutrýstið heldur enn at vera 0,709 skal vera 0,45 ella júst tað sama sum í 2000. Hetta merkir, at meðan tølini í fjør vístu eina hækking í veiðutrýstinum uppá 57% vísa nýggju tølini als onga hækking.

Hetta broytir sum rímiligt er fullkomuliga grundarlagið fyri tí, sum almenna fiskifrøðin førdi fram í fjør. Vit kunnu nú staðfesta, at veiðutrýstið í 2001 samb. egnu uppgerð hjá ICES er heili 36% lægri enn í 1996, tá fiskidagskipanini kom í gildi. Tískil kann staðfestast, at pástandirnir hjá almennu fiskifrøðini hevur ikki bert verið villeiðandi, men teir hava verið beinleiðis skeivir.

Í okkara meting í fjør vístu vit á, at tað av ICES útroknaða veiðutrýst fyri 7 ára gamlan tosk var økt hálva triðju ferð frá 2000 til 2001, sum tað eisini sæst í talvuni, hvat neyvan kundi sigast at vera sannlíkt. Vit vístu á hvussu nógv ein møguligur feilur í einum slíkum lítlum ársklassa kundi merkja fyri heildarútrokningina við tí miðaltalsútrokningarhátti, sum varð nýttur. Nevniliga at allir aldursflokkar taldu tað sama uttan mun til stødd.

Víst varð á, at um hesin ársbólkur ikki var við, so hevði veiðutrýstið verið 0,494 í staðin fyri 0,709. Nú vita vit ikki hvørjar fortreytir eru fyri umrøddu rætting hjá ICES, men rættaða veiðutrýstið minnir sera nógv um hetta tal.

Nú sigur ICES veiðutrýstið fyri 2002 at hava verið 0,84 ella nærum tað tvífalda av nýggju metingini fyri 2001. Hetta talið kann sjálvsagt ikki takast í álvara, so stór sum óvissan vísir seg at vera í tølunum, og hetta er ikki minst galdandi fyri tey nýggjastu tølini.

Hvat er økt veiðitrýst?

Men hetta reisir aftur spurningin um, hvat økt veiðutrýst veruliga er. Her tosa almennir fiskifrøðingar og vinnan um hvør sítt. Tað er eingin ivi um, at tá tosað verður um fiskidagaskipanina, so merkir eitt økt veiðutrýst økt roynd, og tað er hetta tosað hevur verið um, tá skipanini varð gjørd. Um línubátar seta 110 stampar, meðan teir fyrr settu 100, so er veiðutrýstið her økt við 10% fyri henda bátin.

Tað er ein slík uppgerð, sum brúk er fyri í metingini av, um tørvur er á at regulera fiskidagar ella ikki.

Almennir fiskifrøðingar arbeiða framvegis við fyribrigdinum veiðutrýst, sum um fiskidagaskipanini als ikki var til. Teir meta hetta sum tann partin av stovninum, sum verður veiddur hvørt ár. Tí kann veiðutrýstið við hesi definitión broytast ár um ár við somu ella enntá minni veiðuroynd, alt hetta hvussu mett verður hvussu stórur stovnurin er. Hetta er beint í stríð við tað, sum var ætlanin við fiskidagaskipanini, nevniliga at veiðan við óbroyttari veiðuorku skuldi kunna vera støðug ár um ár. Tí er tað júst hetta arbeiðið at gera veruligu veiðuorkuna upp verður, sum tøvur er á, og sum ikki verður gjørt av almennum myndugleikum.

Tískil er støðan tann, at við verandi arbeiðslagi, kann hvørki ICES ella Fiskirannsóknarstovan nýtast til nakað sum helst, tá um ræður at áseta fiskidagar. Tað er óneyðugt at endurtaka allar tær grundgevingar, sum kunnu vera fyri hesum sjónarmiði.

Annars vísa vit til frágreiðingina hjá Jón í seinasta blað.

Tafla

Høvuðsgrundarlagið fyri hesi grein er niðasta talið fyri ár 2001, nevniliga 0,709, sum sigst vera veiðutrýstið. Hækkingin í mun til ár 2001 var høvuðsgrundgevingin hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni fyri at mæla til at lækka fiskidagatalið við teimum vanligu 25%. Men nú eitt ár seinni váttar ICES, at talið 0,709 er skeivt. Rætta talið er nevniliga 0,45, sum er sama talið sum árið undan. Tískil má grundarlagið fyri tilmælinum í fjør fyri ein stóran part sigast at vera burtur. Hóast hetta kemur sama tilmæli í ár! Viðmerkingar eru óneyðugar.

Til baka