Fiskerirådgivning på Færøerne 2003

- svar til Jón Kristjánsson

Av Petur Steingrund, Fiskirannsóknarstovan

Føroya Reiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Meginfelag Útróðrarmanna hava biðið íslendska fiskifrøðingin Jón Kristjánsson um tilmæli viðvíkjandi fiskidøgum, og stóð greinin hjá Jón í FF-blaðnum 10. juli 2003.

Sum kunnugt er Jón Kristjánsson í andsøgn til fiskifrøðingar flest í Føroyum, Íslandi og annars í Altjóða Havrannsóknarráðnum (ICES). ICES hevur mælt til at skerja fiskiskapin, meðan Jón Kristjánsson mælir til at økja um fiskiskapin. Undirritaði ger í hesi grein viðmerkingar til tey týdningarmestu sjónarmiðini hjá Jón.

Samandráttur

Jón Kristjánsson førir fram, at eitt stórt veiðitrýst førir til minni gýtingarstovn, størri tilgongd og betri vøkstur hjá fiskinum og hetta er undirritaði samdur við honum í. Jón heldur víðari (um undirritaði hevur skilt hann rætt), at hetta førir til eina økta veiðu, men her er undirritaði ikki samdur við honum. Tað førir bert til smærri fisk og møguliga minni og ójavnari fiskiskap.

Hvussu stórt er fiskideyðatalið (veiðitrýstið)?

Jón førir fram, at ICES og Fiskirannsóknarstovan hava mett fiskideyðatalið av toski á føroyska landgrunninum at vera ov høgt seinnu árini. Hetta er rætt og var longu staðfest í stovnsmetingini í 2002 og í aftur ár. Orsøkin er millum annað, at metingin av stovnsstødd og fiskideyðatali gerst neyvari, jú fleiri ár líða, tí hesir árgangir hava verið leingi inni í fiskiskapinum. Tað koma tessvegna altíð at verða óvissur við stovnsstødd og fiskideyðatali fyri tey allar seinastu árini. Vit kenna neyvt stovnsstødd og fiskideyðatal fyri t.d. 1996-1998 og vita, at fiskideyðatalið hevur verið høgt samanborið við onnur ár. Í tilmælinum frá ICES verður hugt at fiskideyðatalinum fyri fleiri ár og ikki bert at tí seinasta árinum, og tí er tilmælið ikki minni vert fyri tað, um tað eru óvissur knýttar at tí seinasta árinum.

Veiðitrýst er ein samanburður millum veiðu og støddina á fiskastovninum. Mynd 1 vísir, at veiðitrýstið var stórt fyrst í sekstiárunum, í seinnu helvt av áttatiárunum og eftir 1997. Tað sokallaða F3-7 vísir, hvat hendir við tí stóra fiskinum, meðan hini bæði mátini leggja dent á tann smáa fiskin. Øll mátini vísa tað sama. Jón Kristjánsson velur at nýta tann háttin, sum gevur tað minsta prosentvirðið.

Jón førir fram, at veiðiorkan hjá flotanum ikki er økt seinastu árini, men undirritaði heldur, at stovnsmetingin einsamøll ikki kann nýtast til eitt slíkt endamál. Ein nógv meira umfatandi kanning hevði verið neyðug, sum m.a. tók hædd fyri broytingum í veiðievnunum, sum hava við náttúruviðurskifti at gera. Eitt nú vita vit, at veiðievnini hjá línu eru nær tengd at nøgdini av náttúrligari føði.

At ICES sigur, at veiðitrýstið hevur verið ov høgd seinastu árini, skal ikki skiljast sum eitt álop á føroysku fiskidagaskipanina. Hóast hon ikki er nøkur fullkomin skipan, eru føroyskir fiskifrøðingar sum heild av teirri áskoðan, at hon er betri enn ein kvotaskipan.

Samband millum gýtingarstovn og tilgongd (rekruttering)

ICES hevur eina fyrivarnisreglu, sum byggir á ta eygleiðing, at um gýtingarstovnurin fer niður um eitt ávíst mark, fer tilgongdin niður í einki og harvið kann fiskastovnurin halda seg á einum sera lágum støði í nógv ár. Norðhavssildin varð niðurfiskað seinast í sekstiárunum og tók seg ikki uppaftur fyrr enn miðskeiðis í nítiárunum. Toskurin við eysturstrondina av Canada hevur verið á einum sera lágum støði síðan 1992 og eingi tekin eru um vøkstur. Toskurin og hýsan á føroyska landgrunninum, og toskurin á Føroyabanka fóru niður í einki samstundis sum toskurin í Canada. Munurin var tann, at føroysku fiskastovnarnir tóku seg uppaftur (meira um hetta seinni í greinini) tá bert fá ár vóru fráliðin, og er tað nærum eindømi fyri fiskastovnar í Norðuratlantshavi.

Sambandið millum gýtingarstovn og tilgongd er ofta ógvuliga ógreitt og er tað víst fyri tosk á føroyska landgrunninum í greinini hjá Jón. Fyri tosk á føroyska landgrunninum kenna vit ikki ta støddina á gýtingarstovninum, tá tilgongdin fer niður í einki. Vita vit bert, at ein so lítil gýtingarstovnur sum 22 túsund tons megnaði at geva ein góðan árgang í 1992. Vanliga liggur gýtingarstovnurin millum 40-80 túsund tons. Um tað lívfrøðiliga minstavirðið er 15 túsund ella 5 túsund tons vita vit ikki, og tað er eingin orsøk til at royna tað.

Tá gýtingarstovnurin er á einum vanligum støði (oman fyri tað lívfrøðiliga minstavirðið) er ikki óvanligt at síggja eitt øvugt samband millum gýtingarstovn og tilgongd. Jón vil vera við, at hetta er tað eitt týðiligt tekin um, at "fundamentet i ICES rådgivningspolitikk ikke holder", men tað er ikki so. Tá ein fiskastovnur er niðan fyri tað lívfrøðiliga minstavirðið, er tað eitt týðiligt samband millum gýtingarstovn og tilgongd. Oman fyri tað lívfrøðiliga minstavirðið er tað annahvørt eitt øvugt samband millum gýtingarstovn og tilgongd ella als einki samband (Talva 1). Hetta er vanligur lærdómur á grundleggjandi støði í fiskifrøðini. ICES vil hava okkum at halda okkum somikið oman fyri tað lívfrøðiliga minstavirðið, at vandi ikki er fyri, at fiskastovnurin verður niðurfiskaður.

Samband millum gróður í sjónum og náttúrliga framleiðslu av toski

Tey seinstu fáu árini eru munandi framstig hend í okkara fatan av føroysku vistskipanini (økosysteminum á landgrunninum). Fyrr kundi ein ikki siga við vissu, hví tað vóru góðir árgangir summi ár og vánaligir árgangir onnur ár. Tað er framvegis galdandi fyri flestu vistskipanir í norðuratlantshavi. Eftir at Fiskirannsóknarstovan flutti í nýggju hølini í Nóatúni í 1990, var møguligt at kanna gróðurin í sjónum, og hevur tað givið okkum virðisfult innlit.

Á føroyska landgrunninum kann tann náttúrliga framleiðslan av plantuplankton (gróðri) vera upp til 5 ferðir størri tey bestu árini mótvegis teimum vánaligastu. Við einum góðum gróðri, fæst stór framleiðsla av djóraplankton, sum aftur gevur stóra framleiðslu av føði hjá toski, so sum nebbasild.

Gróðurin setur rammuna fyri, hvussu nógv føði verður til tosk og harvið, hvat tann náttúrliga framleiðslan av toski gerst. Framleiðslan av toski er tað, sum allir toskarnir taka uppá um árið tilsamans, t.d. kann talið av toski vera stórt, men vøksturin lítil, ella øvugt.

Henda føði skal býtast millum smáan tosk, sum setur til fiskiskapin, og størri tosk. Tilgongdin er størst, tá gróðurin er góður og nøgdin av størri toski er lítil. Hon er vánaligast, tá gróðurin er ringur og nógv er til av størri toski. Men tann samlaða náttúrliga framleiðslan av toski (smáum og stórum) er tann sama. Við einum stórum veiðitrýsti er fiskurin smærri, enn tá veiðitrýstið er lítið.

Her er tann avgerandi ósemjan millum Jón Kristjánsson og undirritaða. Jón Kristjánsson sigur (um undirritaði hevur skilt hann rætt), at 1) eitt stórt veiðitrýst gevur góðar árgangir og betri vøkstur hjá fiskinum og at 2) hetta førir til eina størri veiðu. Undirritaði er samdur við Jóni í punkti 1, um gýtingarstovnurin er oman fyri tað lívfrøðiliga minstavirðið.

Men punkt 2 (at eitt stórt veiðitrýst førir til størri veiðu) er skeivt. Eitt stórt veiðitrýst førir til umleið somu langtíðar veiðu (ella kanska minni, sum greitt verður frá seinni), tí gróðurin longu hevur sett rammuna fyri teirri náttúrligu heildarframleiðsluni av toski. Einasti munurin við einum stórum veiðitrýsti er, at fiskurin gerst meira smáttfallandi í veiðini. Harvið er meginreglan heldur tann, at stórt veiðitrýst gevur smáan fisk (Talva 1). Um Jón Kristjánsson hevði rætt, skuldi tað verið møguligt at økt toskaveiðina undir Føroyum við at økja um veiðitrýstið. Veiðihagtøl seinastu hundrað árini vísa, at føroyski landgrunnurin ber eina toskaveiðu, sum er millum 20 og 40 túsund tons um árið. Hetta hóast veiðitrýstið seinastu umleið 30 árini er økt.

Eitt stórt veiðitrýst er eisini óheppið, um hugsað verður um lønsemi í fiskivinnuni. Stórt veiðitrýst merkir stórar útreiðslur til rakstur av flotanum og vánaligan prís, tí fiskurin er smáur. Hetta átti at havt størri áhuga hjá føroyskum myndugleikum.

Talva 1. Eyðkenni fyri fiskastovnar alt eftir, hvussu stórt veiðitrýstið er.

Stødd á fiskastovni Samband millum gýtingarstovn og tilgongd Samband millum stødd á fiskastovni og veiðu Fiskastødd í veiðini Viðmerking Samanbering við aðrar vistskipanir/fiskastovnar
Undir lívfrøðiliga minstavirðinum (sera stórt veiðitrýst) Størri tilgongd við økjandi gýtingarstovni Størri veiða við økjandi fiskastovni Vanliga sera smáur fiskur Toskurin á føroyska landgrunninum hevur møguliga ongantíð verið í eini slíkari støðu Toskurin við Canadisku eysturstrondina og helst eisini toskurin í Norðsjónum
Yvir lívfrøðiliga minstavirðinum, men framvegis lítil í mun til ótroyttan fiskastovn Minni ella óbroytt tilgongd við økjandi gýtingarstovni Ójøvn veiða frá einum ári til annað, men umleið sama langtíðar veiða. Smáur ella miðalstórur fiskur Hetta er støðan sambært ICES Nógvir fiskastovnar, t.d. toskur við Ísland og í Barentshavinum
Sera stórur gýtingarstovnur, tí tað er ov lítil fiskiskapur Minni ella óbroytt tilgongd við økjandi gýtingarstovni Minni veiða við økjandi fiskastovni Sera stórur fiskur Hetta er støðan sambært Jón Kristjánssyni Nærum eingir vinnuligir fiskastovnar í havinum, men er ikki óvanligt fyri fiskasløg í vøtnum

Kann tann náttúrliga framleiðslan av toski gerast minni við einum stórum veiðitrýsti?

Tað eru klárar ábendingar um tað. Tann smái toskurin heldur seg á grunnum vatni og livir av nebbasild og krabbadýrum. Út á djúpt vatn fer hann bert í lítlan mun, tí har er føðin ov stórtfallandi. Harvið verður eitt stórt umráði (uttan fyri umleið 150 m), sum bert í lítlan mun verður gagnnýtt av toski, men kann fara til onnur fiskasløg og aðrar verur í sjónum. Har er annars til tíðir nógv av hvítingsbróðri, svartkjafti, lítla kongafiski og trøllahummarum, sum stórur toskur etur. Men við tað at so lítið er til av stórum toski, kemur hendan føðin ikki til sín rætt. Tað hoyrir eisini við, at stórur toskur etur smáa hýsu og smáan tosk og kann harvið ávirka tilgongdina av bæði hýsu og toski. Tann náttúrliga framleiðslan av toski verður ikki minni av hesum, men tað kann møguliga ganga út yvir hýsuna, tó at nærri kanningar eru neyðugar fyri at lýsa hetta betri. Mynd 2 bendir møguliga á, at framleiðslan av toski hevur verið minkandi seinastu 40 árini.

Jón Kristjánsson førir fram, at toskurin møguliga ikki vil eta svartkjaft, ella finnur hann ikki, men úrslit frá nógvum hundraðtals toskamagum vísa, at toskurin etur svartkjaft umframt hina føðina, sum eru nevnd omanfyri. Sjálvandi kann hugsast, at onkur hendinga toskur fylgir svartkjaftinum burtur úr føroyskum øki, men ongar ábendingar eru um, at tað hevur nakran týdning.

Sveiggj í fiskastovnunum

Eitt stórt veiðitrýst gevur stór sveiggj í fiskiskapinum. Tá kemur gýtingarstovnurin av og á niður á eitt sera lágt støði og harvið kemur ein ella fleiri sera góðir árgangir inn í fiskiskapin (um gýtingarstovnurin er størri enn tað lívfrøðiliga minstavirðið). Tað førir til stóran gýtingarstovn nøkur ár seinni og lítla tilgongd og við einum stórum veiðitrýsti er gýtingarstovnurin skjótt lítil aftur osfr. Um gýtingarstovnurin hinvegin hevði verið á einum miðal støði, kundi tann stóri toskurin hildið tilgongdini av smáum toski niðri á einum javnari støði og fiskiskapurin hevði verið javnari.

Hví ikki økja um fiskidagarnar fyri at fáa gýtingarstovnin niður og tilgongdina uppaftur, nú tá toskurin kortini hevur ov lítið at eta? Til tað er at svara, at tað ikki er neyðugt at økja um fiskidagarnar, tí línufiskiskapurin kemur at taka "yvirskotið" av toski undir øllum umstøðum. Tá toskurin veksur seint (lítið av náttúrligar føði), kann línan vera upp til tríggjar ferðir so effektiv, sum tá toskurin veksur skjótt. Harvið telur ein línudagur í 2003 umleið tríggjar ferðir so nógv sum í 1999, tá vøksturin hjá toskinum var sera góður. Harvið kemur toskastovnurin undir øllum umstøðum at minka skjótt. At økja um fiskidagarnar kann bert føra til enn størri sveiggj í fiskiskapinum. Møguleikin er eisini tilstaðar, at gýtingarstovnurin kann koma niður um tað lívfrøðiliga minstavirðið.

Framtíðarútlit

Nógv er til av bæði toski, hýsu og upsa undir Føroyum, og eru tað tey góðu gróðrarárnini 1999-2001, sum eru orsøkin. Tann vánaligi gróðurin fyrst í nítiárunum (og møguliga seinast í áttatiárunum) var orsøkin til kreppuna í fiskivinnuni tá, eins og ein góður gróður í 1994-1995 var orsøkin til, at fiskastovnarnir tóku seg so skjótt uppaftur mitt í nítiárunum. Gróðurin í 2002 var sera lítil og í 2003 undir miðal. Harvið kann væntast, at toskurin framvegis verður rak í 2003 og møguliga eisini í 2004 og tilgongdin av smáum toski í 2003 og 2004 kann væntast at verða lítil. Hinvegin eru tvey ár við vánaligum gróðri ikki nóg mikið til at geva eina kreppu, sum fyrst í nítiárunum. Undirritaði og Eilif Gaard skrivaðu í bløðunum um hetta á heysti 2002 og onkur lesari fekk tíverri ta fatan, at nú var "deyðin í durunum". Tað var ikki ætlanin, at lesararnir skuldu fáa eina so dapurskygda fatan, men tað er tó neyðugt at fylgja gjølla við gongdini komandi árini.

Onnur atlit

Umhvørvisfelagsskapir eru í alt størri mun farnir at venda eyguni móti ovveiðu. Toskur, hýsa og upsi eru før fyri at standa ímóti einum stórum veiðitrýsti, men tað er ikki galdandi fyri øll fiskasløg. Skøta ( Raja batis) er vorðin ein sera sjáldsamur fiskur undir Føroyum. Kalvi, og serstakliga stórur kalvi, er eisini vorðin so sjáldsamur, at veiðan seinastu nógvu árini bert hevur verið umleið 300 tons um árið, sum er minni enn ein triðingur í mun til tað, sum fyrr var vanligt.

Mynd 1. Veiðitrýst á tosk á føroyska landgrunninum 1961-2002.

Mynd 2. Samband millum gróður og náttúrliga framleiðslu av toski 1961-2001.

Til baka